Hvistan sum rundaði 15árum í ár, hevur skipa fyri nógvum tiltøkum í heyst.
Nú árið er komið at halla, so eru tvey tiltøk eftir, har annað er nú leygardagin kl. 11.00 tá ið nissurenning er á skránni.
Hendan nissurenningin er soleiðis skipað, at luttakararnir eru nissuklæddir, við nissuhúgvu, reyðari nøs, jólaklæðum ella líknandi, og so er tað eins og áður, tá ið heilsutúrar hava verið fyriskipaðir, at byrja verður við Miðlatún, og ein er ígongd í 15minuttir, og so verður vent og leiðin løgd aftur til Miðlatún, so í alt 30minuttir.
Nissurenningin er endin á heilsutúrunum, ið hava verið fyriskipaðir 14. hvønn dag í heyst, og har luttakararnir til hvørt tiltak, hava kunna vunnið góðar vinningar. Og til hesa nissurenningina, verður eisini drigið ímillum øll tey sum hava luttikið, um fleiri sera góðar vinningar.
Tá ið komið verður aftur í Miðlatún, er sangur frá gentukórinum úr Frelsunarherinum í Vági, umframt at Miðlatún bjóðar kakao og bollar. Eisini vitjar felagið blóðgevi, ið fer at kunna um møguleikarnar at lata blóð í Suðuroynni.
Nissurenningin hjá Hvistuni, verður leygarmorgunin 12. desembur kl. 11.00 og byrjar og endar við Miðlatún, og tiltakið er ókeypis.
Facebook viðmerkingar