Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðli til Dagstovnin Brosið í Hvalbiar kommunu.
Talan er um eitt starv sum stuðul á 30 tímar um vikuna, til barn í barnagarðstovu.
Starvið inniber, at tú stuðlar barninum í sosialum relatiónum og í málmenningini. At tú kanst geva barninum ein góðan dag, við møguleika fyri mennandi aktivitetum.
Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í starvið.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og er tíðaravmarkað til 15. juli 2021.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
Umsókn við prógvum, møguligum viðmælum, royndum og revsiváttan, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi 4. januar 2021 kl 12.00
Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara tlf. 237580
Facebook viðmerkingar