Sambært ferðaætlanini skuldi Smyril fara av Krambatanga kl. 17.30 til Havnar.
Tá fólk kom umborð kl. 17.15 var alarmurin ígongd og stutt eftir fekk skipið blackout og alt sloknaði umborð.
Boðað varð frá í hátalarunum, at tað fór at taka umleið 20 minuttir áðrenn gongd kom á aftur. Men kl. 18 boðað skiparin frá, at túrurin til Havnar varð avlýstur og siglt verður ikki aftur fyrr enn í morgin kl. 6.00
Øll fólk og allir bilar eru koyrd í land. Nógv fólk var umborð á Smyrli, eisini ítróttarfólk, sum sostatt ikki sleppa heimaftur fyrr enn í morgin tíðliga.
Facebook viðmerkingar