Við hvørt ert tú so ovfarin av tí, ið berst í miðlunum, at tú ivast í, um fólk eru rættsiktað – ella er tað bara tað, at tú sjálvur ert vorðin ein fýligrani?
Stóra øsingarevnið seinastu vikurnar snýr seg um eitt skelti í einum tunli.
Hvat bagir hesum fólkunum?
Fyrri teinur í einari tunnilsverkætlan er um at vera lokin, og Eysturoyartunnilin skal latast upp fyri jól.
Henda verkætlanin bindur okkum føroyingar til eina skuld, sum er mett at vera um tríggjar milliardir – ella sagt øðrvísi 3000 milliónir.
Helst verður samlaði kostnaðurin, tá ið av tornar, hægri enn hetta.
Fyrr havi eg víst á, hvussu ógvislig henda íløgan er:
Vit eru 50.000 fólk, sum við at kalla einmæltari løgtingssamtykt eru bundin at hesi verkætlan.
Í Svøríki búgva um 200 ferðir so nógv fólk sum í Føroyum – um 10 milliónir.
Í Danmark búgva um 100 ferðir so nógv fólk sum í Føroyum – um 5 milliónir.
Hesi bæði londini fóru nakað væl undan aldaskiftinum í felag undir at fáa í lag samband um Oyrarsund (tunnil og brúgv).
Verkætlanin var liðug í 2000 og kostaði um 30 milliardir. “Øresundsbro konsortiet” eigur og rekur hetta sambandið. Svenski og danski staturin eiga hetta samtakið helvt um helvt.
Hevur eingin hugsað um tann veruleika,
at 15.ooo.ooo fólk standa aftan fyri íløguna upp á 30 milliardir? (Tá er umframt at nevna, at bæði norsk og týsk ferðandi – og onnur við – gjalda eisini fyri hana),
og at 50.000 føroyingar standa aftan fyri íløguna upp á tríggjar milliardir?
Bera vit saman íløgukostnað og íbúgvaratal,
so kostar okkara verkætlan 1/10 av donsku/svensku verkætlanini,
og lutfalsliga eru 300 sviar/danir um at gjalda tað, sum ein føroyingur hevur fingið lagt á sínar herðar.
Sagt á annan hátt, so svarar okkara íløga í vavi til, at danir og sviar skuldu bygt Oyrarsundssambandið (tunnil og brúgv) 30 ferðir.
Júst nú fáast føroyskir politikarar við at leggja seinastu hond á fíggjarlógaruppskotið fyri 2021. Eingin tykist varnast, at mangt bendir á, at fíggjarvánum viðvíkjandi eru sortar fyri framman.
Øll krevja og krevja, men eingin skal gjalda. Og sitandi stýri hevur at kalla tømt landskassan, nú ið hálvtannað ár er farið av valskeiðnum.
Fólk, sum hava nakað at hugsa við, munnu vera greið um, at hetta gongur ikki í longdini.
Og so kanst tú gita, hvat ið liggur í kortunum.
Tá ið vit sum tjóð ikki klára at svara hvørjum sítt, fara lánveitarar til Danmarkar, sum tá ið saman um kemur, stendur við endan. Danskir skattaborgarar sleppa tá at gjalda fyri okkara stórlætisørskap.
Og spyrt tú, hvat ið danska stjórnin fær afturfyri, er svarið einfalt:
Teir selja amerikumonnum og krígsfelagsskapinum NATO fjøll okkara til radarar og annan tøkniligan útbúnað og firðir okkara til herflotastøðir.
Mín dámligi granni, M. C. Restorff, syngur í einum av sangum sínum: “Vit føroyingar ynna landið”, og á sinni sungu Frændur: “Á køldum opnum havi spjaddar liggja tit, grønar, vakrar oyggjar/ hetta landið eiga vit.”
Hetta er at vísa seg ein farin tíð. Nú avreiðir løgtingið føðilandið.
“Unspoiled, Unexplored, Unbelieveable”.
Soleiðis ljóðaði fyri nøkrum árum síðani.
Um nøkur fá ár kunnu føroyingar lýsa soleiðis:
“Vitjið – helst fremsta bumbumálið í heiminum!”
Árni Dahl
Facebook viðmerkingar