Gerst skrivstovunæmingur hjá Vágs Kommunu

Mynd: Dennis Holm

Vil tú gerast partur av einari kommunu, sum er í støðugari menning? Vágs Kommuna hevur seinastu árini ment seg nógv, og heldur hendan menningin áfram. Okur søkja tí eftir einum skrivstovunæmingi innan fyrisiting, at byrja skjótast gjørligt. Starvið er fjøltáttað, og tú kemur m.a at arbeiða við ferðavinnu, bókhaldi og øðrum fyrisitingarligum uppgávum.

Okur bjóða eitt spennandi lærupláss, har tú:

  • fær ábyrgd og verður tikin við frá fyrsta degi.
  • fær møguleika at seta tín dám á arbeiðsplássið og arbeiðsuppgávurnar.
  • fær góðar og dugnaligar starvsfelagar.

Okur ynskja, at tú:

  • hevur staðið FHS, HH, Student ella HF.
  • hevur góðan teldukunnleika og hegni at samskipa arbeiðsdagin og minni verkætlanir.
  • ert tænastusinnað/ur, forvitin, álítandi og arbeiðir væl sjálvstøðugt, men ert toymissinnað/ur.
  • ert fleksibul og kanst arbeiða skeivar tíðir.

Starvsstaðurin er Vágs Kommuna, herundir Miðlatún og Kommunuskrivstovan. Lærutíðin verður fastløgd eftir tínum prógvum og starvsroyndum. Lønin verður ásett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið.

Hug at søkja?

Send tína umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum til vagur@vagur.fo ella Vágs Kommuna, Vágsvegur 30, FO-900 Vágur innan 4. januar 2021 kl. 12.00. Hevur tú spurningar, so ert tú vælkomin at ringja til Petry Joensen á tel 73 30 08.

Vágs kommuna

Facebook viðmerkingar