Í einum spennandi dysti í SMS-deildini hjá kvinnum tók VB sunnudagin ímóti VÍF.
VB skuldi reisa seg eftir 25-32 tap í Vestmanna 23. oktober, og vístu eisini frá fyrsta bríkslið ein stríðsanda til júst hetta.
Í fyrra hálvleiki gekk javnt á, men var tað VÍF, sum var omaná við 2 og 3 máls leiðslu. Hálvleiksstøðan var eisini 17-15 til VÍF.
Seinni hálvleikur gjørdist ómetaliga spennandi. Sum í kappróðri fóru liðini stavn um stavn, eina løtu VÍF omaná, næstu løtuna VB omaná.
Tá 5 minuttir vóru eftir at spæla var støðan 22-21 til VÍF. Men so setti VB ferð á og við 4 málum varð støðan vend til 25-22, áðrenn VÍF skoraði til 25-23, og VB við seinasta málinum gjørdi tað til endaliga úrslitið 26-23.
Málskjúttarnir hjá VB vóru:
Rannvá Johannesen 6 mál
Vladana Lazendie 6 mál
Bára K. Mortensen 5 mál
Durita K. Hjelm 4 mál
Vár Brattalíð 2 mál
Krista Leo 2 mál
Myndina tók Bjartur Vest.
Facebook viðmerkingar