Øll á Miðnámsskúlanum savnast ársdagin fyri veðurlagsverkfallinum og hoyra Marjuna Syderbø Kjelnæsh greiða frá ungdómsbókini, Sum rótskot á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Tað var svenski skúlanæmingurin Greta Thunberg, ið skipaði fyri veðurlags-verkfalli fríggjadagar heldur enn at møta í skúla og gjørdist heimskend og bleiv skjótt kend sum ímynd í stríðnum móti veðurlagsbroytingum.
Lív Næs, MA í føroyskum máli og bókmentum og undirvísari í miðnámskúlanum hevði sofaprát við rithøvundan, Marjuna Syderbø Kjelnæs. Ein lívligur blokkur áðrenn døgurða í dag, har m.a. ungdómur og umhvørvi var á skránni.
Næmingarnir á Miðnámsskúlanum hava havt verkætlanir um Heimsmálini hjá ST. Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF hevur eisini verið á skúlanum og greitt frá, hvørji tiltøk IRF hevur valt av umhvørvistiltøkum í sambandi við Heimsmálini.
Á myndini eru nakrir av næmingunum avmyndaðir saman við Marjuni S.Kjelnæs til eitt stutt innandura veðurlagsverkfall, har demonstrerað verður við bókini sum “skeltið”.
Facebook viðmerkingar