Vælkomin á liðið hjá ELLIVU

Undan útgávan av nýggja føroyska fótbóltsmagasininum, Ellivu, er komin á marknaðin. Talan er um eitt samfelagsrelevant fótbóltsmagasin, sum letur føroyskan fótbólt í altjóða snið. Við nøkrum av bestu skrivarunum í Føroyum, fara vit at greina føroyskan fótbólt á einum nýggjum palli, har dygdin á snið, myndum og greinum verður í hásæti. Ellivu fer at rúma greinar um allan føroyskan fótbólt, og alt sum hevur við føroyskan fótbólt at gera. Tað verður nakað til øll í blaðnum.

Tað er av alstórum týdningi, at søgurnar í føroyskum fótbólti verða fortaldar, og fáa ein varandi føroyskan pall at verða fortaldar á. Tí vóna vit, at tit ynskja at verða ein viðspælari hjá Ellivu, so vit framhaldandi kunnu gera útgávur sum hesa. Hetta kunnu tit gera við at tekna árshald fyri 2021 á www.ellivu.fo – Tað kundi eisini verið eitt snilt jólagávuhugskot.

Tað kann verða ræðandi, at traðka á ein ókendan vøll í nýggjum umstøðum, men hetjurnar frá Landskrona vístu, at tað kann eisini fáa tað besta úr okkum.

Undan-útgávan á 100 síðir, við m.a. Jóannes Bjartalíð á forsíðuni, fæst til keyps fyri kr. 89,- í handlum kring landið.

Við vón um góða móttøku Tróndur Arge blaðstóri

Facebook viðmerkingar