Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir tveimum starvsfólki til virkisstovuna / dagtilhaldið á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi.
Ert tú íverksetari, hevur hug og torir ganga nýggjar leiðir, er fleksibul og opin fyri nýggjum avbjóðingum, er tað tær vit leita eftir.
Talan er um avbjóðandi og gevandi størv í einum tvørfakligum toymi. Endamálið er at tryggja, at borgarin livir eitt virkið lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.
Vit søkja eftir:
Einum starvsfólki frá 1. januar 2021 ella skjótast til ber í starvsbrøki 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu
Einum starvsfólki frá 1. januar 2021 ella skjótast til ber í starvsbrøki 0,75 svarandi til 30 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.
Vit vænta av tær, at tú:
• Hevur royndir innan eldraøkið er ein fyrimunur
• Hevur viðkomandi útbúgvin
• Hevur evni at samstarva við búfólk, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu
• Hevur telduførleika á brúkarastøði
• Koyrikort til bil
Vit kunnu bjóða:
• Eitt dynamiskt og fjølbroytt starv
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Eitt starv við nógvum avbjóðingum
• Fakliga og persónliga menning
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.
Upplýsingar
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til
Daimi Kjærbo úr Hørg eindarleiðara tlf. 793503
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan í Suðuroy
att. Anna Djurhuus, leiðara
Eiðisvegur 28
900 Vágur
ella: bhs@bhs.fo
umsóknarfreist: 28. december kl 12.00
Facebook viðmerkingar