Tað er torført at vita, hvar ein skal byrja og enda, eftir at vit hoyrdu tíðindini í kringvarpinum á middegi í gjár, 16. desembur; tíðindini um, at bíðitíðin at sleppa til viðgerð í Barna- og Ungdómspsykiatriini seinasti árið er vaksin úr tveimum mánaðum upp í eitt ár!
Í 2019 vóru 183 børn og ung ávíst til kanningar, meðan talið fyri 2020 nærkast teimum 300 – ein vøkstur á 65%! Eisini verður kunnað um, at á einans nýggju mánaðir er bíðilistin vaksin úr 38 upp í 123 børn og ung. Tað er als ikki nóg gott.
Spurningurin er so, hvar skulu vit kasta bóltin? Og um vit kasta, fer nakar so at lofta, ella verður bólturin umskapaður til ein springbólt, sum ei vil stegða við at hoppa aftur á fram, frá stovni til stovn, frá myndugleika til myndugleika. Tað lættasta í hesum føri er sjálvandi at blaka ábyrgdina frá sær, blaka við rúnu ella gerast trongskygdur. Men vit kunnu ikki koma rundanum, at hetta lættiliga kann rópast eitt umsorgarnarsvik av hesum børnum og ungum, framt av skipanini. Men hvør er tað so, sum eigur hendan umrødda bóltin? Bólturin, ið ímyndar verulig fólk, okkara dýrabarasta tilfeingi, børnini og tey ungu.
Í innslagnum á middegi greiðir yvirlækni í Barna- og Ungdómspsykiatriini, Súsanna Reinert Petersen, frá møguligu orsøkum til, at hækkingin er so stór, samstundis við at hon setur orð á, hvussu álvarsom støðan er. Og slík úttalisi frá serfrøðingum EIGA at vakja størri ans og avgjørt størri ans enn higartil.
Eitt dømi á hesum er, tá formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Magni Mohr, var úti herfyri, at rópti politisku skipanin upp, tí nýggja fólkaheilsukanningin ikki sýnist at bliva tikin í nóg stórum álvara. Aftur og aftur verða kanningar og úttalisi hjá serfrøðingum negliserað, niðurtalað og sett spurnartekin við. Vit síggja nærum allastaðni somu gongd: fleiri og fleiri ung fáa tað torført sálarliga og fleiri og fleiri ung verða ávíst til útgreining og psykiatriska viðgerð. Men hvat verður í veruleikanum gjørt við tað? Tað er sjálvsagt sera jaligt, at nýggja royndarskipanin við ókeypis sálarfrøðilig hjálp til ung millum 15-35 ár nú verða sett í verk. Men tíverri er tilboðið einans til tey ungu, sum longu eru blivin sjúk. Vit kunnu eisini koma at síggja, at fleiri ung fáa diagnosur, sum angist og tunglyndi, tí tað krevst fyri at fáa gleði av júst hesum tilboðnum. Eitt tilboð sum annars kundi virka fyribyrgjandi, soleiðis ung ikki noyðast at fáa eina diagnosu, áðrenn hjálp kann veitast.
Men hvat skal í roynd og veru til, fyri at politiska skipanin vaknar, soleiðis av álvara? Tí herfyri, tá Magni Mohr, professari, og formaður í Fólkaheilsuráðnum, var úti og segði, at vit MUGU taka tað í álvara, at fleiri og fleiri ung kenna seg strongd og tung í huga, so verður hetta aftur tosað niður og goymt burtur. Sannleikin er tann, at vit tosa ikki um ung, sum hava trupuleikar við at ganga í student og samstundis passa eitt frítíðarstarv. Vit tosa ikki um ung, ið búgva heima hjá foreldrinum, passa skúlan, og kenna tað til tíðir stressandi at gera nógvar skúlauppgávur. Nei, vit tosa um øll tey ungu, sum í verandi løtu IKKI megna at taka eina miðnámsskúlaútbúgving, tí tey hava ov nógvar avbjóðingar í lívinum. Avbjóðingar sum røkka út yvir “vanligu” tannáringa-trupulleikar. Tí ja, tað kann vera strævið at vera tannáringur, og ja, tað er til tíðir strævið at hava nógvar skúlauppgávur og skula hava alt annað at ganga upp: arbeiði, frítíðarítriv og at passa familju og vinfólk. Men í hesum føri eru vit farin víðari enn hetta. Tað er ikki tað, talan er um. Vit tosa heilt grunnleggjandi um aðrar orsøkir til strongd og mistrivnað, sum eru sera viðfevndar og gjøgnumgangandi í kanningini hjá Fólkaheilsuráðnum. Tað mugu vit tosa um. Vit mugu seta orð á, at fimta hvør kvinna og tíggjundi hvør maður í aldrinum 18-24 ár hava havt eina sálarliga sjúku, sum hevur vart longri enn seks mánaðir. Og á orsøkirnar til, at onnur hvør kvinna og triði hvør maður í aldursbólkinum 18-24 ár kenna seg strongd. Vit eru farin víðari har frá, har vit kunnu seta okkum á hendunum og siga, at ein og hvør sjálvur má taka ábyrgd og íðka meira ítrott ella “taka seg saman”. Tí tað er ikki tað sum tað snýr seg um. Grunnleggjandi snýr hetta seg um, hvussu vit raðfesta, og ikki raðfesta sálarheilsu og psykiatriska økið í Føroyum. Og ja, eg veit gott, at psykiatriska økið er raðfest hægri seinastu árini, men har manglar so nógvar batar á so nógvum økjum, at tað krevur meira enn bara líka nakrar fáa milliónir her og dér. Tað snýr seg um virðing og viðurkenning av, at vit hava eina samfelagsligan trupulleika og nakað vit í tí stóra heili ikki taka í álvara. Tí um vit gjørdu tað, so hevði sálarheilsuøkið og psykiatriini verið hægsta raðfesting í løtuni.
Tá World Economics Forum á sínum fundi í febuar í ár legði fram karmar fyri sálarheilsu, bleiv sagt, at vánarlig sálarheilsa millum ung er eins órógvandi sum veðurlagsbroytingarnar. Og tá Altjóða Heilsustovnurin metir at tunglyndi verður størsta fólkasjúkan í 2030, so kunnu vit ikki lata eyguni aftur og lata sum um, tað ikki er til.
Tá vit kunnu játta hundraðtals milliónir til tunnlar og vegir, hví kunnu vit so ikki trýggja trivnaðin hjá okkara børnum og ungum?
Tíðin er við at renna undan okkum, og vit kunnu sum eitt av ríkastu samfeløgum í heiminum, ikki vera tað bekent yvirfyri okkara børn og ungum – og ikki mist yvirfyri øllum avvarðandi, ið standa vónleys aftur við einari alt ov stórari ábyrgd, tey als ikki eiga at hava.
Tað er sera jaligt at hoyra og síggja, at vit eru blivin meira tilvitað í føroyska samfelagnum, tá tað kemur til okkara sálarheilsu og serligt millum tey ungu, at minni tabu er knýtt at sálarligu diagnosunum og at fáa sær hjálp – men broytingin má eisini henda inni í skipanini Hugburðsbroytingin og virðingin.
/Nevndin í Sinnisbata
Facebook viðmerkingar