Uppskot um hægri játtan til Suðuroyarleiðina fall

Ónskvøldið varð 3. viðgerð av uppskotinum til Løgtingsfíggjarlóg fyri árið 2021.

Við 3. viðgerð varð uppskot lagt fram av tingfólkum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um at hækka játtanina til Strandfaraskip Landsins, soleiðis at fleiri túrar kunnu siglast um Suðuroyarfjørð.

Uppskot var um at hækka játtanina við 5 mió. kr. til økt túratal á Suðuroyarleiðini, men hetta uppskotið fall, 16 atkvøddu ímóti, meðan 13 atkvøddu fyri.

Lesið eisini meiri her.

Facebook viðmerkingar