Nýggjárshaldið í Vági er helst kendasta nýggjárshaldið í Føroyum og telist eisini millum kendu nýggjárshaldini úti í heimi.
Hvørt ár leita fleiri enn túsund fólk til Vágs um nýggjársleitið at uppliva stórsligna nýggjárshaldið við felags morgunmati, barnatiltaki, faklagongu, sálmasangi kring skrýdda bátin á Tríkantinum í Vági, stórum báli og ikki minst Føroya størsta fýrverkshow og dansi um náttina.
Koronastøðan og korona-tilmælið frá landsmyndugleikunum hava merkt stóran part av árinum 2020 og um jólini eru korona-tilmælini herd fyri at forða fyri spjaðing av korona-smittuni og fyri at verja tey veiku og tey gomlu.
Eisini nýggjárshaldið í Vági í 2020 verður merkt av korona-tilmælunum, tí nýggjárshaldið verður ikki sum vit kenna tað frá undanfarnum árum.
Í samráð við korona-ráðgevingina er gjørt av, at ongin felags morgunmatur verður, barnatiltakið er avlýst og dansurin er eisini avlýstur. Faklagongan og tiltakið á Tríkantinum á Sandinum við báli, sum verður brendur, verður heldur ikki í ár, tí hetta savnar fleiri túsund fólk á einum stað.
Hetta merkir tó ikki, at onki nýggárshald verður í Vági, tí sjálvandi verður tað tað.
Vágur er nýggjársbygd burturav og í ár fer Nýggjársnevndin at skipa fyri einum annarleiðis spennandi nýggjárshaldi í Vági, soleiðis at fólk í fjarstøðu, heima við hús ella úti í túninum kunnu fáa eitt stórligið og annarleiðis nýggjársupplivilsi á ársins síðstu nátt.
Á skránni verður stórt fýrverksshow, blikk verða sum vant tendraði niðan á Eggjarnar og vesturi í Fjallinum, og Nýggjársnevndin arbeiðir eisini við annarleiðis spennandi tiltak kring midnáttarleitið, soleiðis at nýggjárshaldið í Vági aftur í ár verður eitt minnið fyri lívið – eisini hóast tiltakið verður nakað annarleiðis enn undanfarin ár.
Vit gleða okkum til eina annarleiðis uppgávu í samband við nýggjárshaldið í ár og meiri verður sjálvandi at frætta um nýggjárshaldið í Vági í døgunum áðrenn nýggjársaftan.
Facebook viðmerkingar