Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til Dagstovnin Brosið í Hvalbiar kommunu.
Um starvið
Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna, at byrja 18.01.2021 ella eftir nærriavtalu. Starvið er tíðaravmarkað sett til 15.juli 2021.
Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í starvið.
Arbeiðsuppgávur
Starvið inniber, at tú sum námsfrøðingur kemur at loysa nakrar stuðulsuppgávur.
At tú stuðlar í sosialum relatiónum og kanst skapa ein dag, við góðum menningarmøguleikum. At tú kanst stuðla við málsligu menningini, at leggja tilrættis og taka lut í mennandi aktivitetum. At hava gott foreldrasamstarv og atkunna arbeiða tvørfakligt.
Lønar- og setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
Umsókn við prógvum, møguligum viðmælum, royndum og revsiváttan, skal vera Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi 4. januar 2021 kl. 12.00
Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til
hvalba@hvalba.fo
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara tlf. 237580
Facebook viðmerkingar