Sjúkrahúsini lata aftur fyri vitjandi

Fyri at binda um heilan fingur lata Landssjúkrahúsið, Suðuroyar sjúkrahús og Klaksvíkar sjúkrahús nú aftur fyri vitjandi. Eru serligar umstøður sum tala fyri, at ein sjúklingur fær vitjan, skal hetta avtalast við deildina.

Nýggju reglurnar koma í gildi beinanvegin og eru fyribils galdandi í tvær vikur.

Av misgáum varð fyrr í dag boðað frá, at avvarðandi og onnur framvegis kundu vitja sjúklingar á Suðuroyar sjúkrahúsi, men hetta er ikki rætt. Eisini Suðuroyar sjúkrahús letur aftur fyri vitjandi.  

Facebook viðmerkingar