Broyting av byggisamtyktini fyri Vágs Kommunu til hoyringar

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Vágs býráð á fundi 14. Desember 2020 hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu galdandi fyri økini niðanfyri.

Uppskotið um broyting av byggisamtyktin liggur til hoyringar her á heimasíðuni hjá Vágs kommunu – og á kommunuskrivstovuni í upplatingartíðunum. (Mánadag – tórsdag kl. 09.00 – 16.00, fríggjadag kl. 09.00 – 15.00) – til og við onsdagin  6. Januar 2021.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 27. Januar 2021.

Broytingarnar fevna um:

Broyting frá frílendi til bústaðarøkið B – galdandi fyri matr. 395a og matr. 380h

Tilfarið sum er lagt út til hoyringar kann takast niður her

Vágs kommuna
www.vagur.fo

Facebook viðmerkingar