Suðuroyar Sparikassi tillagartænastugjøld og rentur pr. 21. januar 2021

Fyri at betra um og tillaga raksturin til lága rentustøðið og herdu kapitalkrøvini til peningastovnarnar, broytir Suðuroyar Sparikassi rentur og tænastugjøld tann 21. januar 2021.

Vanlig innlán -privatkundar
Markið fyri hvussu stóra upphæddprivatkundar kunnu hava innistandandi á vanligum innláni uttan at rinda negativa rentu, lækkar úr 250.000 kr. niður í 100.000 kr. Hetta merkir, at negativ renta verður rindað av tí upphædd, sum er omanfyri 100.000 kr.

Samansparingarkontur
Renturnar á øðrum samansparingarkontum lækka við upp til 0,2%, samstundis lækkar markið fyri nær kontur við 3, 12, og 18 mánaðaruppsøgn fáa negativar rentur – úr 2.500.000 kr. til 1.000.000 kr. Negativ renta á 0,75% verður rindað av tí upphædd, sum er omanfyri 1.000.000 kr.

Vinnulán
Rentan á vinnulánum hækkar við upp til 0,75 %.

Tænastugjøld
Nýggj og dagførd tænastugjøld verða eisini ásett.

Gildiskoma
Broytingarnar koma í gildi 21. januar 2021. Yvirlit yvir rentur og tænastugjøld verður dagført á heimasíðuni www.ss.fo, tá ið broytingarnar koma í gildi.

Facebook viðmerkingar