Í 2019 vóru gott 1.050 ársverk í sjúkrahúsverkinum, 806 á Landssjúkrahúsinum, 127 á Klaksvikar og 118 á Suðuroyar sjúkrahúsi
Tað eru 78 fleiri enn fimm ár frammanundan. Á Landssjúkrahúsinum vóru tey 56 fleiri, svarandi til 7%, á Klaksvíkar sjúkrahúsi 9 fleiri, svarandi til 8% og á Suðuroyar sjúkrahúsi 14 fleiri, svarandi til 13%.
Hetta vísir nýggja uppgerðin yvir starvsfólkini í sjúkrahúsverkinum.
77% av ársverkunum eru á Landssjúkrahúsinum, 12% á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 11% á Suðuroyar sjúkrahúsi. Hetta er sama býti sum fimm ár frammanundan.
Verða starvsfólk bólkað í einans fýra høvuðsbólkar, eru nógv tey flestu sjúkrarøktarfrøðingar (íroknað radiografar) við 38%, læknarnir eru 11%, onnur heilsustarvsfólk eru 16% og síðani onnur ikki-heilsufaklig starvsfólk 36%.
Býtið millum ymisku starvsfólkabólkarnar er útgreinað í 15 bólkar og sæst á myndini niðanfyri.
Her sæst aftur, at sáttmálaøkið hjá Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum er nógv tað størsta. Eisini sæst, at meðan vøkstur er í flestøllum sáttmálaøkjum, so er lítil minking hjá arbeiðara- og arbeiðskvinnufeløgunum, og ein stór minking hjá Almanna- og Heilsurøktarafelagnum og Psykiatrifelagnum.
Viðvíkjandi flestu sáttmálaøkjum skilst beinleiðis hvat starvsøkini fevna um, uttan hjá nøkrum fáum.
M.a. eru tey flestu á sáttmálaøkinum hjá Starvsmannafelagnum læknaskrivarar, móttøka, skrivstovufólk og KT-fólk, umframt tey í sjúkraflutningstænastuni.
Tey í arbeiðskvinnu- og arbeiðarafeløgunum starvast við reingerð, vaskarí umframt nakrar arbeiðsmenn.
Tey í akademikara-, búskapar- og løgfrøðinga- og tænastumannafeløgunum eru leiðarar, fulltrúar og sálarfrøðingar.
Sum talvan vísir, er størsti vøksturin í starvsfólkum, roknað í ársverkum, hjá læknum við 13%. Á Landssjúkrahúsinum er størsti vøkstur hjá læknum og sjúkrarøktarfrøðingum og radiografum. Á Klaksvíkar sjúkrahúsi er størsti vøksturin í bólkinum ”onnur heilsustarvsfólk”. Størsti prosentvøksturin er á Suðuroyar sjúkrahúsi við 13,2%. Stórur vøkstur er bæði í bólkinum ‘sjúkrarøktarfrøðingar og radiografar’ og ‘onnur heilsustarvsfólk’.
Facebook viðmerkingar