Porkeris Kommuna søkir eftir starvsfólkum til frítíðarskúla og ungdómshús at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Søkt verður eftir:
Námsfrøðingi at starvast 35 tímar um vikuna.
Námsfrøðingi at starvast 30 tímar um vikuna.
Talan er um tíðaravmarkað størv við setan skjótast til ber og fyribils fram til hálvan juni.
Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk setast í starv.
Vit vænta av tær, at tú:
• Hevur hug og áræði at skapa ein mennandi og tryggan gerandisdag við virðing fyri einstaka barninum, teimum ungu, foreldrum og starvsfeløgum.
• At tú ert ábyrgdarfull/ur og kanst taka avgerðir.
• At tú ert tolin og nærverandi
• Hevur góð samstarvsevni og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
• Ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• At tú hevur eitt jaligt lyndi.
Vit bjóða tær eitt nýtt og spennandi starv, har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið.
Setanararviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Umsókn:
Umsókn saman við møguligum prógvum og viðmælum verður send til Porkeris Kommunu, Við Á 8, 950 Porkeri ella við teldupost á fritidarskulin@porkeri.fo, viðmerk starvslýsing.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25-01-2021.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Angelinu J. Gudmundsen, leiðara, á telefon 251325.
Facebook viðmerkingar