Eykaskip til Suðuroyarleiðina og Skotlands

Í fleiri ár hevur stjórin í Strandfaraskipum Landsins, Hilmar Eliasen, víst á, at neyðugt er at fáa betri og sterkari váðastýring tá umræður farleiðini um Suðuroyarfjørð. Strandferðslustjórin hevur m.a. víst á, at onki fast avloysaraskip er fyri Smyril á Suðuroyarleiðini, um Smyril fær eitt størri tekniskt brek ella tá Smyril skal í dokk.

Suðuroyingar flestir væl til avbjóðingarnar á Suðuroyarleiðini, sum m.a. fevna um:
– trupulleikar við at halda ferðaætlanina
– avlýsingar vegna veður
– avbjóðingar av tekniskum slagi, sum hava ført við sær bæði avlýsingar og seinkingar
– og avbjóðingar við at fáa avloysara-skip, tá Smyril skal í dokk.

Avbjóðingarnar á Suðuroyarleiðini eru ikki nýggir og gerast neyvan minni komandi ár, so hvørt sum Smyril gerst eldri og farma-nøgdir og talið av ferðafólki fer at økjast.

Ongin ivi er um, at ein Suðuroyartunnil er rættað loysnin fyri Suðuroynna, men Suðuroyartunnilin verður ikki liðugur fyrr enn í 2030 – tá er Smyril 25 ár.’

Tí er neyðugt at arbeiða við aðrari loysn, sum kann setast í verk beinanvegin og halda inntil Suðuroyartunnilin letur upp fyri ferðslu.

Eyka skip, sum eisini kann sigla til Skotlands
Ein av góðu loysnunum, sum m.a. stjórin í SSL hevur víst á, er, at fáa eitt skip afturat, sum kann avloysa fyri Smyril og sum eisini kann avlasta Smyril á Suðuroyarleiðini – og ikki minst skal hetta eyka skipið eisini kunna gera ferðafólka- og farmatúrar til Skotlands.

Loysnin við einum eyka skipi kann sjálvsagt skipast í einum samstarvi millum tað almenna (SSL) og privat.

Tað tekur umleið 12-15 tímar at sigla úr Suðuroynni til Skotlands, so tað hevið ikki verið nakar trupulleiki at gjørt 1-2 túrar til Skotlands um vikuna , samstundis sum skipið hevði kunnað avlastað Smyril á Suðuroyarleiðini.

Fyri Suðuroynna og Føroyar sum heild hevði hetta verið eitt ómetaliga stórt framstig at fingið eina fasta sjóvegis ferðafólka- og farmarutu til Skotlands, sum er næsti granni okkara her í Norðuratlantshavi.

Løtan er uttan iva hin rætta, tí neyðugt er at loysa stóru avbjóðingarnar á Suðuroyarleiðini beinanvegin – og korona-farsóttin hevur ført við sær, at nógv skip eru tøk á marknaðinum, sum høvdu kunna røkt uppgávuna um Suðuroyarfjørð og til Skotlands.

Facebook viðmerkingar