Hvat sker í Kringvarpinum?

BySuðuroyarportalurin

30. oktober 2025

Leiðarin: Seinasta árið hevur Kringvarp Føroya brúkt nógva tíð og orku uppá at viðgera Suðuroyartunnilin. So risa stór mál krevja sjálvsagt nógv og ordiliga viðgerð, so tann parturin er í lagi.

Nú Suðuroyartunnilin aftur er ávegis í Tingið, so er Kringvarpið aftur farið ígongd. Røðin av negativum søgum um Suðuroyartunnilin taka ongan enda og positivu søgurnar eru ikki ordiliga at finna. So har er ikki nøkur balanserað viðgerð og tað hevur tað ikki verið síðani Suðuroyartunnilin fór til hoyringar fyrstu ferð somu tíð í fjør.

Men Dagur og vika týskvøldið 28. oktober 2025 er so tað flottasta higartil. Verturin spyr Fíggjarmálaráðfrúuna hendan spurningin:

Er tað nú komið hartil, at Kringvarpið fer at viðgera allar landsins íløgur á hendan hátt, har fólk í hesum pinkulandi skulu setast upp ímóti hvørjum øðrum?

Og hvat verður næsta økið, sum fer at fáa toyggið frá vertinum í Degi og viku?

Er hetta linjan hjá Kringvarpinum, so er KVF alvorliga við at fara á skráplan.

Facebook viðmerkingar