Fyrireika Faroe Islands Handball Cup 2021

Í august í fjør sá ein nýggj kapping dagsins ljós í Vági, tá Faroe Islands Handball Cup varð hildið á fyrsta sinni.

Kappingin var sera væleydnað og undirtøkan var sera góð. Men í heyst og í vetur hevur verið trupult at leggja størri tiltøk til rættis orsaka av støðuni viðvíkjandi korona-farsóttini.

Men á heimasíðuni www.handballcup.fo boðar Faroe Islands Handball Cup nú frá, at fyrireikingarnar til Faroe Islands Handball Cup 2021 eru farnar ígongd – og at meiri verður at frætta í februar.

Facebook viðmerkingar