Bú- og Heimatænastan í Suðuroy søkir eftir starvsfólki til dagtilhaldið og deildina á Hamragarði

Tvey størv til Dagtilhaldið á Hamragarði:

Ert tú íverksetari, hevur hug og torir ganga nýggjar leiðir, er fleksibul og opin fyri nýggjum avbjóðingum, er tað tær vit leita eftir Talan er um avbjóðandi og gevandi størv í einum tvørfakligum toymi. Endamálið er at tryggja, at borgarin livir eitt virkið lív og upplivir øktan tryggleika, førleika, yvirskot og orku til gerandisdagin.

Vit søkja eftir:
Einum  starvsfólki í fast starv frá 1. februar 2021 ella skjótast til ber í starvsbrøki 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna.

Einum  starvsfólki  frá 1. februar 2021 ella skjótast til ber og til 1.februar 2022 í starvsbrøki 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna.

Einum sjúkrarøktarfrøðingi til  fast starv á deildini á Hamragarði frá 1.februar 2021 ella skjótast til ber.

Talan er um setanarbrøk 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna í dagvaktum ella eftir nærri avtalu.


Vit vænta av tær, at tú:

  • Hevur evni at samstarva við búfólk, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu
  • Hevur telduførleika á brúkarastøði
  • Koyrikort til bil
  • Royndir innan eldraøkið er ein fyrimunur

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt dynamiskt og fjølbroytt starv
  • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
  • Eitt starv við nógvum avbjóðingum
  • Fakliga og persónliga menning

Lønar- og setanartreytir:

Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Upplýsingar

Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til

Daimi Kjærbo úr Hørg eindarleiðara tlf. 793503

Umsókn:

Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan í Suðuroy

att. Anna Djurhuus, leiðara

Eiðisvegur 28

900 Vágur

ella: bhs@bhs.fo  umsóknarfreist: 29. januar 2021

Facebook viðmerkingar