Lýsing eftir sjúkrarøktarfrøðingum

Ynskir tú at vera við í einum avbjóðandi starvi og í einum spennandi tvørfakligum toymi, har tú kanst vera við at mynda dagligdagin fyri okkara búfólk á eldraøkinum, er tað tær vit leita eftir.

Vit søkja eftir:
Tveimum sjúkrarøktarfrøðingum í fast starv til Suðuroyar- Ellis- og Røktarheim frá 1. mars 2021 ella skjótast til ber.
Talan er um setanarbrøk 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna í kvøld- og dagvaktum ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávan:
Er at veita umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt og at stuðla búfólkunum.
Tænastan byggir á virðing millum starvs- og búfólk.

Førleikar:
Fyriuttan útbúgvin og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur er tað ein fyrimunur, at tú hevur
royndir innan økið.

Vit vænta at tú:
• Kann ráðgeva, samstarva og vegleiða starvsfólk og avvarðandi
• Hevur áhuga at arbeiða samsavarandi okkara virðisgrundarlagi
• Hevur telduførleika á brúkarastøði

Vit bjóða:
• Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til at mynda og menna tænastuna.
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi
• Ein fakligan og spennandi gerandisdag.

Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Daimi Kjørbo úr Hørg eindarleiðara á tlf. 793503.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan
att. Anna Djurhuus, leiðari
Eiðisvegur 28,
900 Vágur
ella bhs@bhs.fo

Umsóknarfreist 16. februar 2021

Facebook viðmerkingar