NAVNABROYTING: Í ár eru 60 ár liðin síðani Starvsmannafelagið, sum vit kenna í dag, varð sett á stovn. Á eykaaðalfund í felagnum í dag varð samtykt at broyta navnið til tað meira nútíðarhóskandi, Starvsfelagið. Talan er ikki um nakra kollveltandi broyting, men meira um eina tillaging av navninum til ta tíðina, sum vit liva í. Vit strika bara “manna” í heitinum, so Starvsmannafelagið framyvir fer at kallast Starvsfelagið. Navnabroytingin fekk góða undirtøku limunum, sum luttóku á eykaaðalfundinum í dag, eftir at Súni Selfoss, formaður, og Noomi K. Rasmussen, næstforkvinna, høvdu sagt frá grundgevingunum fyri broytingini av navninum.
Tann 23. februar eru 60 ár liðin, síðani Starvsmannafelagið, sum vit kenna tað í dag, varð sett á stovn. Upprunaliga sá felagið tó dagsins ljós 13 ár frammanundan. Hetta var sama ár, sum vit fingu heimastýrislógina, í 1948, og felagið kallaðist tá Starvs- og Tænastumannafelagið. Í 1961 fór hetta felagið í tvíningar og gjørdist til Tænastumannafelagið og Starvsmannafelagið.
Á eykaaðalfundi í Starvsmannafelagnum í dag er avgerð tikin um, at felagið á runda degnum tann 23. februar broytir navn til Starvsfelagið. Nýggja navnið gerst hervið meira rúmandi og nútímans og fær somuleiðis eitt meira beinrakið innihald.
Nú “manna” er strikað, umboðar navnið betri breiðu samansetingina av limaskaranum, har meirilutin eru kvinnur. Somuleiðis sendir hetta út signal um, at øll eru vælkomin í felagið, og navnið á felagnum fær eitt meira fevnandi og nútímans innihald.
Tvítýdningurin í navninum er starvsfelagin, ið er ein, sum tú lyftir saman við, ert í parti við, og sum tú brúkar tíð saman við. Somuleiðis ein, ið hevur somu áhugamál sum tú, ein sum talar tína sak og stendur við tína lið. Hetta eru allir jaligir eginleikar, ið hóska væl sum heiti hjá felagnum. Harafturat er man við broytingini trúgvur móti søguni hjá felagnum við framvegis at hava “starvs” sum part av navninum.
Starvsfelagið er eitt orðaspæl millum navnorðið “starvsfelagi” uttan “ð”, sum merkir kollegi, og “Starvsfelagið” við “ð”, ið sipar til eitt ávíst felag. Fakfelagið fyri starvsfólk. Týdningurin av navninum, Starvsfelagið, sampakkar somuleiðis væl við høvuðsvirðið hjá felagnum, sum er “samhaldsfesti”.
Nevndin er av teirri fatan, at Starvsfelagið er eitt rúmligari navn enn Starvsmannafelagið. Samstundis fæst ein meira viðkomandi týdningur inn í heitið, sum er meira beinrakin, tá ið hugsað verður um virðisgrundarlagið hjá felagnum.
Navnabroytingin tekur við á sjálvum 60 ára stovningardegnum 23. februar 2021.
Facebook viðmerkingar