Í munnligum fyrispurningi í dag, spyr Sirið Stenberg, løgtingskvinna, Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum um hví royndarætlanin við ókeypis sálarfrøðihjálp til ung dregur út.
- Hví er ætlanin við ókeypis sálarfrøðihjálptil ung millum 15og 35 ár enn ikki farin at virka?
- Nær roknar landsstýrismaðurin við,at tænastan kann byrja
Viðmerkingar
Longu í desember 2019 samtykti eitt einmælt Løgting, at seta í verk ókeypis sálarfrøðihjálp til ung millum 15og 35 ár. Tiltakið er eitt av tilmælunum í nýggju sálarheilsuætlanini, og peningur er setturavtil endamálið bæði í 2020 og 2021. Sum skilst er verkætlanarleiðari settur at skipa arbeiðið, men tænastan er enn ikki farin at virka.
Tað svitast ikki, at tørvurin á ókeypis sálarfrøðiligu hjálpini er sera stórur. Vit hoyra dagliga um mistrivna og angist millum ung, og um tørvin átænastum, sum kunnu hjálpa og fyribyrgja við at seta tíðliga inn.
Ókeypis sálarfrøðiliga hjálpin er ein stór hjálp á hesi leið. Í løtuni er tað trupult hjá nógvum ungum at fáa hjálp, tí ikki øll hava ráð til at gjalda sjálvi.
Facebook viðmerkingar