Fólkavøksturin í Suðuroy tann størsti í tvey áratíggju

Hagstova.fo: Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið (sí talvuna niðanfyri), er hann í tali nógv størstur í Tórshavnarøkinum og Eysturoy. Lutfalsliga er hann tó líka stórur í Sandoyarøkinum við 1,9%, samanborið við 1,8% í Eysturoy og 1,9% í Tórshavnarøkinum.

Tað sum ger stóru broytingina fyri Sandoyarøkið, er stór tilflyting aðrastaðni úr Føroyum og eisini úr útlondum. Hinvegin er onki íkast av burðaravlopinum.

Í Norðoyggjum er vøksturin 1,6% – tað sama sum í miðal fyri alt landið. Suðuroy fær heldur onki íkast av burðaravlopinum, ið tvørturímóti er negativt. Hinvegin er tað ein stór nettotilflyting sum ger, at fólkavøksturin í Suðuroy í fjør var tann størsti í tvey áratíggju.

Í Vágum er fólkavøksturin uppsteðgaður, og er tað serliga tí at innlendis flytingin er blivin negativ.

"

Kommunurnar

Verður hugt at einstøku kommununum, er nógv størsti vøkstur í tali í teim størstu kommununum:

  • Tórshavnar kommunu við 413 fólkum, svarandi til 1,9%
  • Klaksvíkar kommunu við 99 fólkum, svarandi til 1,9%
  • Runavíkar kommunu við 76 fólkum, svarandi til 1,8%
  • Eysturkommunu við 63 fólkum, svarandi til 2,9%
  • Nes kommunu við 62 fólkum, svarandi til 4,6%

Av øðrum stórum og miðalstórum kommunum er stórur vøkstur í Vágs kommunu við 3,0%, Tvøroyrar kommunu við 2,2% og Sjóvar kommunu við 2,1%.

Hinvegin minkar í Sørvágs kommunu við 1,2% og Fuglafjarðar kommunu við 0,9%

Ein minni vøkstur er í Vestmanna, Vága og Sunda kommunum.

Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Kvívíkar (5,0%), Skopunar (3,9%), Viðareiðis (2,3%), Sands (1,3%) og Eiðis (1,0%). Í Hvannasunds kommunu stendur í stað, meðan tað minkar í Hvalbiar, Sumbiar og Kunoyar kommunum.  

Av minstu kommununum er vøkstur í Fámjins, Skúvoyar, Fugloyar kommunum, meðan tað stendur í stað í Skálavíkar og minkar í Húsavíkar og Hovs kommunum.

"

Facebook viðmerkingar