Týsdagin 9. februar var fráfaringarhald á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi fyri ikki minni enn 5 starvsfólkum, sum nú gevast fyri aldur.
Hesi eru:
Helena Augustinussen, sjúkrarøktarfrøðingur Vágur, sum hevur starvast síðan 1977.
Katrin Johansen, sjúkrarøktarfrøðingur Tvøroyri, sum hevur starvast síðan 1978.
Margret í Líðini heilsurøktari Vágur, sum hevur starvast síðan 1986.
Johanna Olsen sjúkrarøktarfrøðingur Porkeri, sum hevur starvast síðan 1988 og
Malena Jensen Tvøroyri, sum hevur starvast í Ítriv síðan 2000.
Í sambandi við fráfaringarhaldið fingu tær blómur og gávur handaðar, har Anna Djurhuus, leiðari hjá Bú- og Heimatænastuni segdu nøkur orð og takkaði fyri góða og trúgva tænastu.
Frá vinstru: Hervør Eidesgaard, deildarleiðari, Helena Augustinussen, Katrin Johansen, Margret í Líðini,
Johanna Olsen, Malena Jensen og Anna Djurhuus leiðari.
3. februar var eisini fráfaringarhald í hølinum hjá heimatænastuni í Vági fyri Jeannu í Lágabø, sum er givin í sínum arbeiði, sum heimasjúkrarøktarfrøðingur. Jeanna fekk blómur og gávur handaðar, og Anna Djurhuus takkaði Jeanna fyri góða og trúgva tænastu.
Jeanna í Lágabø
Facebook viðmerkingar