Vindmyllulundin í Porkerishaganum er eitt frambrot, sum allir føroyingar kunnu fegnast um

Stórur dagur fyri føroyingar og ikki minst suðuroyingar, tá nýggjasta og sunnasta vindmyllulundin í Føroyum, lundin í Porkerishaganum, varð yvirtikin.

Í fagrasta veðri var lítið hátíðarhald fyri innbodnum, sum eisini fingu høvi at vitja inni í einari av myllunum.

Myllurnar hava verið royndarkoyrdar síðani november. Í januar framleiddu myllurnar í Porkerishaganum 576 MWt, sum var 17% av samlaðu elframleiðsluni í Suðuroy í januar.

Streymurin, sum suðringar brúka, verður framleiddur úr vatni, vindi, sól og olju.

Vindmyllulundin verður mett at kunna framleiða umleið 20 GWt av el-orku um árið. Um øll hendan orkan verður fingin til høldar, so er tað 57% av samlaðu nýtsluni í Suðuroy. Tað svarar til miðalnýtsluna hjá uml. 4.000 húskjum og fer at minka um oljunýtsluna við 4.400 tonsum árliga.

Lesið eisini meira her:

https://bit.ly/37aKivn

Facebook viðmerkingar