Biskupskelda – nýtt mikrobryggjarí í Vági

Biskupskelda er nýtt mikrobryggjarí í Vági og er hetta eisini fyrsta góðkenda bryggjarí í Suðuroynni.

Biskupskelda bryggjar øl – og eins og onnur mikrobryggjarí kring heimin, so er talan um framleiðslu við handakraft – crafted beer – frá byrjan til enda, har talan er um framleiðslu av special-øl.

Á heimasíðuni – www.biskupskelda.fo – verður greitt frá, at Biskupskelda fer at bryggja øl til øl-elskarar og fyrsta ølin, Huldugentan, sum kemur á marknaðin mitt í mars, er ein vælsmakkandi IPA-øl, sum hevur fingið sera góð skoðsmál á ølsmakking fyri innbodnum.

Umframt Huldugentuna, so koma eisini aðrar øl á marknaðin í apríl, tá pilsnar og gull øl verða at fáa frá Biskupskeldu. Mikrobryggjaríið fer eisini at bryggja aðrar special-øl til serlig tiltøk, m.a. til ølsmakking.

Navnið Biskupskelda

Navnið Biskupskelda stavar frá staðarnavni við gomlu bygdagøtuna millum Vág og Fámjin. Biskupskelda er nakað sunnanfyri Ryskivatn, við vegin, sum í dag gongur niðan til Ryskivatn.

Navnið Biskupskelda er elligamalt og tað er ikki greitt, hvagani navnið kemur, men tá vágbingar fyrr til gongu fóru norður í hagan í Bjørgunum at reka, so varð altíð steðgað á við Biskupskeldu at fáa sær at drekka – og sagt varð, at vatnið úr Biskupskeldu skuldi verða heilsugevandi.

Høvuðsinnhaldið í øl er vatn. Vatnið, sum verður brúkt til ølframleiðsluna hjá Biskupskeldu, er úr sama økið, sum heilsugevandi vatnið í kelduni Biskupskeldu.

Facebook viðmerkingar