Samgongan hevur atkvøtt fyri, at hybridbilar skulu seljast við avgjaldsminkingum. Samgongan vil vera við, at hetta skal gagna umhvørvinum. Hybridbilar eru betri enn bensin- og dieselbilar, ja, men teir brúka fossil brennievni. Um mann var farin í holt við hetta arbeiðið fyri fleiri árum síðan, kundi mann kanska havt snakkað um, at hybrid bilarnir skuldu við í fyrstu atløgu. Men tíðin er farin frá hesum. Og aðrastaðni í verðini arbeiða politikarar við at banna øllum bilum, sum brúka fossil brennievni – eisini hybridbilum. Men í Føroyum arbeiðir samgongan við at eggja fólki til at keypa hybridbilar á jøvnum føti við elbilar.
Ímynda vit okkum, at fólk í dag, í 2021, keypa sær ein spildurnýggjan hybridbil, so verður hann neyvan skiftur út í nærmastu framtíð. Vit hava nøkur fá ár at leggja alt samfelagið um til varandi orku. Við at eggja fólki til at keypa hybridbilar fara vit altso eitt stig aftur á grønu kósini og eggja fólki til at keypa ein nýggjan bil, sum brúkar fossil brennievni.
Í dag eru tað bara elbilar, sum eru MVG-fríir. Og MVG-frítøkan er gjørd við einum endamáli: at eggja fólki til at keypa grøna orku.
Fleiri hoyringspartar, Orka, Umhvørvisstovan, landsstýrismaðurin í umhvørvismálum og SEV hava mælt frá at samtykkja uppskotið, sum tað sær út. Og fleiri samgongupolitikarar hava sagt á tingsins røðarapalli, at tað smakkar teimum illa at atkvøða fyri. Kortini gera tey tað. Hví? Hví skulu hybridbilarnir nú eisini blíva bíligari? Vit hava ikki hoyrt eina einastu góðu grundgeving.
Um ein ikki hevur nakra góða grundgeving, so er bara at siga tað. At billa fólki inn, at hetta uppskotið er gjørt til frama fyri umhvørvið er at snýta fólk!
Vit hava tosað um grøna orku, um varandi orku á landi í 2030, í so langa tíð. Øll siga seg taka undir við, at vit skulu vera eitt burðardygt samfelag og føra framfýsnan umhvørvispolitikk, sum landsstýrið sjálvt orðar seg í samgonguskjalinum, og sum løgmaður brúkti rúma tíð upp á at føra fram í nýggjársrøðu síni. Trupulleikin er, at hesin politikkurin verður bara førdur í álvara á pappírinum og í óbindandi útsøgnum. Útlátið hækkar ár um ár. Lógaruppskot, sum hetta, vísir, at vit ikki megna at liva upp til føgru orðini, tá vit ikki so frægt sum kunnu lata eitt av teimum fáu átøkunum, ið skulu eggja til orkuskiftið, fáa frið, men harafturímóti forða orkuskiftinum við at blanda fossilbilar uppí.
Gjøgnumgangandi fyri umhvørvispolitikkin hjá samgonguni er, at mann ger nakað heilt annað í smálutunum enn tað, sum mann førir fram yvirskipað. Samgongan sigur seg vilja umhvørvispolitikk, men roynir enn at finna umberingar fyri at neyðhalda okkum í nøkrum, sum vit langt í verðini síðan áttu at sagt farvæl við.
Ingilín Didriksen Strøm
Facebook viðmerkingar