Hóast tær avbjóðandi umstøður, ið COVID-19 hevði við sær, eydnaðist tað BankNordik-samtakinum at røkka góðum úrslitum í 2020. Avlopið var 166 mió. kr., og skotið verður upp at gjalda 48 mió. kr. út í vinningsbýti.
Tá ið koronusmittan í mars í fjør brádliga legði alt landið lamið, fekk tað avleiðingar fyri privat húsarhald og fyritøkur. Tískil setti bankin hjálpartiltøk í verk fyri at geva fíggjarliga sperdum kundum møguleika at útseta lánsgjøld í eitt tíðarskeið. Umleið 900 kundar gagnnýttu henda møguleika.
”Samanumtikið hilnaðist árið munandi betur, enn líkt var til á vári í fjør. Fyri ávísar partar av vinnulívinum var talan um eitt sera tungt ár, men sum heild komu kundarnir væl ígjøgnum 2020. Arbeiðsloysið er í løtuni lágt, og vit vænta, at 2021 verður eitt gott ár hjá samtakinum. Framtíðarútlitini eru kortini tengd at stórari óvissu, og tí hava vit sett pening av til tap, ið kunnu koma í kjalarvørrinum á kreppuni,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.
Bústaðarsølan ikki merkt av COVID-19
Nógv virksemi var á bústaðarmarknaðinum í 2020, og bankin fíggjaði bæði nýbygging og keyp av bústøðum kring alt landið. Stóri eftirspurningurin eftir sethúsum og íbúðum sást aftur í søluni hjá Skyn, sum seldi 234 ognir og avgreiddi 92 privatar sølur, ið er nakað tað sama sum í 2019. Miðalprísurin fyri sethús hækkaði í 2020, serliga í økjunum uttan fyri Tórshavn.
Hjá dótturfelagnum Trygd ávirkaðu nógvir skaðar og avlýstar uttanlandsferðir gongdina í fyrra hálvári, men í seinna hálvári batnaði gongdin munandi, og samanumtikið royndist árið betur enn væntað.
Sølan av danska virkseminum
Tann 1. februar varð danska bankavirksemið selt til Spar Nord, og eftir ætlan verður flytingin av øllum donskum kundum endaliga framd í juni í ár. Sølan fer væntandi at geva partaeigarunum 700 mió. kr., t.e. 73 kr. fyri hvørt partabrævið, í serligum vinningsbýti í árunum 2021-2023. Eftir søluna er bankin enn betur bjálvaður til at lúka tey herdu kapitalkrøv, ið koma í gildi í 2025. BankNordik-samtakið fer framhaldandi at leggja seg eftir at røkja góða sambandið við kun-darnar og veita kappingarførar tænastur til privat húski og vinnulív í Føroyum og í Grønlandi, har BankNordik hevur góð 20% av marknaðinum.
Burðardyggari virksemi
Frameftir fer BankNordik at leggja størri dent á at minka um orkunýtsluna, ið er tengd at virkseminum hjá samtakinum og at hjálpa kundunum at velja um-hvørvisvinarligar loysnir.
”Sum eitt sterkt fíggjarsamtak hava vit bæði ábyrgd og møguleika at geva okkara íkast til at stuðla undir grøna orkuskiftið í teimum samfeløgum, har vit hava okkara virksemi. Í dag bjóða vit kundunum lán, ið gera tað bíligari at velja umhvørvisvinarligar loysnir til bústað og bil, og hesar tænastur fara vit at menna víðari frameftir. Eisini eru vit farin undir at máta CO2-útlátið hjá samtakinum, og vit hava lagt eina ætlan fyri at minka útlátið komandi árini,” sigur Árni Ellefsen.
Roknskapurin í stuttum
- Úrslitið fyri skatt gjørdist 206 mió. kr. samanborið við 260 mió. kr. í 2019
- Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 149 mió. kr. samanborið við 120 mió. kr. í 2019
- Niðurskrivingar vórðu afturførdar fyri 5 mió. kr. samanborið við 69 mió. kr. í afturførdum niðurskrivingum í 2019
- Rakstrarúrslitið gjørdist 154 mió. kr. samanborið við 189 mió. kr. í 2019
- Útlánini hækkaðu úr 7,4 mia. kr. í 2019 til 7,6 mia. kr. í 2020
- Innlánini lækkaðu úr 8,7 mia. kr. í 2019 til 7,8 mia. kr. í 2020
- Solvensurin hækkaði úr 22,3% í 2019 til 26,4%
- Bankin væntar, at nettoúrslitið fyri 2021 verður millum 150 og 200 mió. kr. (2020: 166 mió. kr.)
Facebook viðmerkingar