Dugni í Suðuroy

Vit søkja eftir tveimum nýggjum starvsfeløgum til at byrja virksemi í Suðuroy – einum deildarleiðara at byrja 1. juni 2021 og einum starvsfólki at byrja 1. august 2021. Størvini eru fulla tíð.

Í byrjunartilgongdini verður arbeiðið skipað í samstarvi við SALT á Drelnesi og Ítróttaháskúlan í Vági. Ynski okkara er, sum frá líður, at draga endurnýtslu upp í arbeiðstilboðini, so sum vit gera á hinum deildum okkara. Fyrsta árið verða SALT og Ítróttaháskúlin karmar um arbeiðsdagin hjá okkara starvsfólkum og fólkum í arbeiðsvenjing. Á SALT er møguleiki at skipa arbeiðstilboðini við uppgávum í kaféini og við praktiskum húsavarðaruppgávum og á Ítróttaháskúlanum við ymiskum fyrifallandi uppgávum. Dugni hevur somuleiðis karmar at húsast bæði á Tvøroyri og í Vági.

Endamálið við at byrja virksemi í Suðuroy er at skipa fyri arbeiðsvenjing og endurbúgving til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Málbólkurin eru fólk 18 ár og eldri við lættari sálarligum, sosialum og/ella kropsligum avbjóðingum.

Okkum tørvar ein deildarleiðara, sum

– ynskir  at ganga á odda og menna virksemið hjá Dugna í Suðuroy

– hevur viðkomandi útbúgving – innan námsfrøði, handverk ella líkn.

– kann tryggja, at neyðugu fakligu fortreytirnar í námsfrøðiligum høpi verða framdar

– er kreativ/ur og dugir at síggja møguleikar fyri arbeiðsvenjing í samstarvi við SALT og Ítróttaháskúlan

– hevur førleika og tolsemi til at motivera og stuðla gjøgnum praktiskar arbeiðsuppgávur og samrøður

– hevur førleika at eygleiða og meta um arbeiðsførleikar hjá tí einstaka og samstundis skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag

– dugir at vera kveikjandi og stuðlandi í sínum arbeiði og er viðvirkandi til at skapa eitt gott arbeiðs- og læruumhvørvi

– dugir at fáa næmingar við í arbeiðsgongdina og útstrálar arbeiðsgleði og arbeiðsorku til tey rundan um seg

– trívist við at røkja umsitingarligu uppgávurnar í sambandi við at hava eitt starvsfólk afturat sær, næmingar í arbeiðsvenjing og eftir ætlan fyritíðarpensjónistar í arbeiði komandi árini

– megnar at tryggja gott samskifti við samstarvsfelagar í vinnulívinum og aðrar samstarvsfelagar so sum Almannaverkið

– sær týdningin av at geva sítt ískoyti til at víðka og styrkja um leiðsluførleikarnar hjá Dugna

– sær týdningin av støðugt at menna seg sjálvan og tolir broytingar

– dugir væl at orða seg á føroyskum – bæði í skrift og talu

Okkum tørvar eitt starvsfólk, sum

– hevur viðkomandi útbúgving – innan námsfrøði, handverk ella líkn.

– er kreativ/ur og dugir at síggja møguleikar í virkseminum í samstarvi við SALT og Ítróttaháskúlan

– hevur førleika at eygleiða og meta um arbeiðsførleikar hjá tí einstaka og samstundis skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag

– dugir at vera kveikjandi og stuðlandi í sínum arbeiði og er viðvirkandi til at skapa eitt gott arbeiðs- og læruumhvørvi

– útstrálar arbeiðsgleði og arbeiðsorku til tey rundan um seg

– megnar at venda avmarkingum til avbjóðingar og hevur evnir at samstarva og síggja seg sum ein týðandi part av øllum arbeiðnum hjá Dugna

– sær týdningin av støðugt at menna seg sjálvan og tolir broytingar

Løn og setanartreytir

Størvini eru námsfrøðilig og verða lønt sambært avtalu millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið. Deildarleiðarin hevur tilvísing til stjóran.

Hava lýsingarnar fangað tín áhuga, so ert tú møguliga tann, vit sóknast eftir, og vit gleða okkum at fáa umsókn frá tær.

Umsóknarfreist

Umsóknir við avriti av prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12. mars 2021 kl. 12.

Umsóknir skulu sendast til dugni@dugni.fo  og viðmerkjast “Deildarleiðari – Dugni í Suðuroy” ella “Starvsfólk – Dugni í Suðuroy”.

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Hedvig Johansdóttir, á tel. 292999 gerandisdagar millum kl. 9 og kl. 12.

 
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Visjónin hjá Dugna er: “Øll, ið fáa pláss á Dugna, skulu koma í útbúgving og/ella arbeiði”, og fyri at røkka visjónini hevur Dugni trý høvuðsmál: 1.Vit taka støði í tí einstaka 2.Vit viðurkenna ymisleika og 3.Vit styrkja arbeiðsførleikar. Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012. Les meira á www.dugni.fo

Facebook viðmerkingar