At styrkja Gigni er at menna heilsufremjan og fyribyrging

Heilsufrøðingarnir, sum starvast hjá Gigni, røkka sambært lóg øllum børnum og ungum í Føroyum. Heilsufrøðingarnir arbeiða við heimavitjanum til allar smábarnafamiljur, við bólkavirksemi, evt. føðifyrireiking og veita tænastu til øll skúlabørn. Heilsufrøðingarnir eru sostatt gjøgnumgangandi fakpersónar gjøgnum barnaárini og ungdómslívið.

Arbeiðið í Gigni er styrkt seinnu árini við, at peningur er játtaður til at menna tilboð til børn millum 2 og 5 ár. Gigni veitir nú eisini ættleiðingarráðgeving og ættleiðingarfyrireiking umframt, at lógin er broytt soleiðis, at møguleiki nú eisini er hjá heilsufrøðingum at veita heilsukanning og ráðgeving við inn-og útskúling. Heilsufrøðingar arbeiða miðvíst við fyribyrging og heilsufremjan. Somuleiðis er lagt upp til at avdúka møguligar heilsuvandar, trivnaðartrupulleikar og ymiskar avbjóðingar tíðliga, og viðvirka til, at hjálp verður sett í verk um neyðugt.

Tað hevur nú eisini verið alment frammi, at eitt styrkt samstarv millum Gigni og barnapsykiatriina eisini hevði kunnað bøtt um støðuna við langari bíðitíð til barnapsykiatriina, við at lata møguleikan upp fyri beinleiðis ávísingarrætti til Gigni soleiðis, at tað m.a. ber til at ávísa børn og ung við akuttum trupulleikum.
Tað er ongin ivi um, at tað eru nógvir menningarmøguleikar á heilsufremjandi og fyribyrgjandi økinum við at knýta aðrar fakbólkar at arbeiðinum í primeru heilsutænastuni í Heilsutrygd. Tað hevði givið rúm fyri skjótari og lættari atgongd til hjálp til barnafamiljur og børn og ung, og harvið eisini virkað meira fyribyrgjandi.

Tað svitast ikki, at fyribyrging og heilsufremjan er betri enn hjálp og viðgerð. Hóast flest øll eru samd í hesum, so skerst ikki burtur, at nógv meira kann gerast á fyribyrgjandi økinum.
Fyribyrging og heilsufremjan má snúgva seg um at fremja trivnað, lívsgleði og góða heilsu. Tað má m.a. taka støði í at meistra lívsins avbjóðingar, at styrkja felagsskapskensluna og felagsskapsandan. Tað má geva børnum og ungum bestu grundkor, førleikar og eginleikar at trína út í lívið við.
Eg síggi ein vanda í, at rákið seinnu árini í stóran mun hevur snúð seg um at finna út av, hvat børnum feilar. At screena og annað eftir, hvat børnini ikki megna, heldur enn at leita eftir, hvat børnini megna. Harvið er ikki sagt, at trupulleikar ikki skulu avdúkast tíðliga; tað skulu teir, men at meginreglan verður at taka støði í, hvussu børn og ung trívast, meistra og mennast. Eisini um tey hava ávísar avbjóðingar.

Okkum tørvar eitt nýtt heilsufremjandi og tvørfakligt perspektiv. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin

1.Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at styrkja arbeiðið og tænastuna hjá Gigni?

2.Vil landsstýrismaðurin virka fyri at menna samstarvið millum barnapsykiatriska økið og Gigni, so at Gigni m.a. kann ávísa børn beinleiðis til barnapsykiatriina?

3.Vil landsstýrismaðurin virka fyri, at fyribyrgjandi arbeiðið í Gigni verður styrkt við t.d. sálarfrøðingum og sosialráðgevum tilknýttum, soleiðis at arbeiðið gerst meira tvørfakligt.

Sirið Stenberg Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar