Gongur tú við einum íverksetara-dreymi um at sniðgeva og gera títt egna borðspæl?
So er hetta eitt gylt høvið til at koma í gongd og fáa íblástur og vegleiðing í FablabVágur.
Legg leiðina framvið Fablab tórsdagin tann 11. mars 2021 kl 14.00-19.30. Her verður møguleiki at møta okkum og nøkrum royndum knassum, sum hava royndir við at sniðgeva og gera borðspøl.
Í Fablab hevur tú eisini møguleika at royna okkara tøkni, sum t.d. 3D print og lasarin til endamálið.
Hevur tú tørv á at tosa um tíni hugskot, og fáa vegleiðing í at byrja at gera títt egna boðrspæl, so er góður møguleiki fyri tí eisini tá.
Melda til við at senda ein teldu post til: Tina.tausen@skulin.fo. Tiltakið er ókeypis. Inngongd er millum Vágs Kirkju og skúlan.
Facebook viðmerkingar