Rossadagar fyri børn í Grønudali leygardagin

Leygardagin 6. mars kl 13-16 verður rossadagur í Grønudali fyri børn við undirvísing, ríðing og striglikapping.

Umleið 10 ross eru samlað og 2 børn vera um hvørt ross.

Børn í øllum aldrum kunnu melda seg til, men børn í aldrinum 9-10 ár verða raðfest.

Tilmelding til Mariu á tel. 535052 ella skriva til okkum á Facebook (Suðurross – Suðuroyar Hestafelag)

Kostnaður kr. 500 (kr. 400 fyri limir) flytast á kontu 9870-409.042.0

Skrá verður soleiðis:
Grundleggjandi undirvísing í vitan um/ handfaring av rossum
Ríðitúrur í Hovs bygd, eitt rossafólk leiðir hvørt ross
.Striglikapping, vinningar verða latnir trý tey vakrastu rossini.

Facebook viðmerkingar