Januar mánaði var heldur slakur til persónsskattainntøkur fyri kommunurnar í Suðuroynni, um samanborið verður við januar í 2020. Allar kommunur í Suðuroynni, uttan Fámjins kommuna, fingu minni inn í skatti í januar 2021 enn í januar 2020.
Nú fyribils skattainntøkurnar fyri februar eru tøkar, so er ávís broyting at hóma. Í februar fingu flestu kommunurnar meiri inn í persónsskatti samanborið við februar 2020 – undantakið er tó Hvalbiar kommuna, sum í februar í ár fekk minni inn enn í februar 2020.
Hóast vøkstur í persónsskattainntøkunum hjá kommununum í februar, so eru tað tó bert Fámjins kommuna og Tvøroyrar kommuna, sum hava fingið meiri inn í persónsskatti í januar og februar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Samanlagt hava kommunurnar í Suðuroynni eisini fingið minni inn í persónsskatti tveir teir fyrstu mánaðirnar í 2021, samanborið við báðir fyrstu mánaðirnar í 2020.
Tað eru fleiri ymisk viðurskifti, sum ávirkað persónsskattainntøkurnar. Eitt er sjálv broytingin í kommunuskattaprosentinum og barnafrádráttinum – og har er skattaprosentið lækka í Vágs kommunu og hækkað í Hvalbiar kommunu, meðan barnafrádrátturin er hækkaður í Sumbiar og Hovs kommunu.
Skiftandi virksemi á stóru arbeiðsplássunum í Suðuroynni, t.d. á Varðin Pelagic á Tvøroyri og Bakkafrost í Vági og hjá byggifyritøkunum ávirkar helst eisini persónsskattainntøkurnar hjá kommununum.
Sí eisini:
Facebook viðmerkingar