Vágs Kommuna hevur saman við Fólkaheilsuráðnum skipað fyri heilsuátakinum Virkin Vágur í allan februar mánað. Nú Virkin Vágur er við at enda, kemur Fólkaheilsuráðið suður í døgunum 5. og 6. mars, har høvi verður til at fáa mált vekt, BMI og feitt prosent. Til tykkum sum vóru og vigaðu og mátaðu seg tann 29. og 30. januar, so hevði verið gott um tit hava tykkara ID-nr. við, so sæst um nøkur broyting er. Tey sum ikki høvdu møguleika at verða við fyrstu mátingarnar í januar, eru eisini vælkomin at máta seg 5. og 6. mars.
Fólkaheilsuráðið er í Miðlatúni hesar dagar:
Fríggjadagin 5. mars kl. 10.00-18.00.
Leygardagin 6. mars kl. 10.00-14.00.
Samanumtikið so hava vágbingar tikið sera væl ímóti heilsuátakinum Virkin Vágur. Luttøkan til øll heilsutilboðini og tiltøkini hevur verið sera góð. Eisini eru nógvar myndir eru deildar, har fólk eru virkin í vøkru náttúruni kring Vág. Myndir eru eisini deildar av fjøltáttaðu ítróttar- og rørslumøguleikum sum hava verið, og eisini eru myndir frá mongu góðu løtunum har fólk hugnaðu sær.
Facebook viðmerkingar