Knud Rasmussen kommunulækni á Tvøroyri

Heilsutrygd hevur sett Knud Rasmussen í starv sum kommunulækna á Tvøroyri. Hann tekur við starvinum 1. apríl.

Knud Rasmussen nam sær embætisprógv í læknafrøði í 1983 frá lærdaháskúlanum í Århus. Í 1989 vann hann sær rættindi heitið serlækni i almennummedisini. Hann hevur eitt nú starvast sum lækni á sjúkrahúsinum í Viborg, sum tyrlulækni í fleiri altjóða ørindum, vaktlækni í Jyllandi og síðan 2013 íymiskum viðtalum í Føroyum sum kommunulæknaavloysari, m.a. á Tvøroyri, har hann hevur arbeitt nakrar ferðir seinastu tvey árini.

Facebook viðmerkingar