Sangurin “Lítli Fuglur” er Ársins Útvarpshitt 2020. Tað var avdúkað í morgunsendingini í útvarpinum í morgun.
Tað eru tey bæði Lív Næs og Tróndur Enni, sum syngja og spæla. Sangurin er týddur úr norskum. Tilsamans 11.847 fólk hava atkvøtt um Ársins Útvarpshitt.
1.292 atkvøður
Fyrst vóru 36 sangir í uppskoti í undanumfari. Mikudagin á middegi vórðu 10 teir fremstu valdir í finaluumfar, sum so endaði í morgun.
Í finaluni fekk “Lítli Fuglur” flestar atkvøður. Hann fekk 1.292 atkvøður. Nummar tvey var Ronnie við sanginum “Bygdafrell”, ið fekk 1082 atkvøður.
Á triðja plássi vóru Stongum & Guttesen við sanginum “Rumbuldós”, íð fekk 792 atkvøður. “Eg uttan teg” við Bárði á Lakjuni var á fjórðaplássi við 786 atkvøðum.
Facebook viðmerkingar