Deildarleiðari til Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy

Brennur tú fyri eldrarøktini, og ynskir tú eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har tú sum deildarleiðari fært møguleikla at vera við til at menna arbeiðsplássið til gagns fyri starvsfólk, húsfólk og borgarar í útiøkinum, so er tað tær vit hava brúk fyri.

Deildarleiðarin hevur dagligu leiðsluna av einum tvørfakligum bólki, ið starvast úti í økinum og inni á einum eldrasambýli. Deildarleiðarin samstarvar í toymi saman við hinum deildarleiðarunum.
Vit bjóða eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, har høvuðsdenturin liggur á at skapa ein samanhangandi stovn, motivera starvsfólk og nøgd búfólk.

Útbúgving, førleikar og royndir
• Okkara ynski er, at umsøkjarin er sjúkrarøktarfrøðingur ella hevur aðra viðkomandi røktar- og ella heilsufakliga útbúgving, og er tað ein fyrimunur, at viðkomandi hevur royndir innan heilsuøkið og vitan ella útbúgving innan tænastur knýttar at eldraøkinum og góðar leiðsluførleikar.
• Tað er umráðandi, at umsøkjarin er dynamiskur, hevur góðar samstarvseginleikar, er semjusøkjandi, dugir at samskipa og motivera starvsfólkið, skapa jaligar arbeiðsumstøður og hevur evni at samstarva við búfólk, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu.
• Góð evni at samskifta í skrift og talu og KT- førleika á brúkarastøði.

Vit bjóða:
• eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til at mynda og menna tænastuna í økinum.
• eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
• eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi.
• fakliga og persónliga menning.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett skjótast til ber, og lønin er sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag.

Starvsbrøkurin er 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna og verður sett skjótast til ber.
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Daimi Kjørbo úr Hørg eindarleiðara á
tlf. 793503.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

Bú- og Heimatænastan
att. Anna Djurhuus, leiðari
Eiðisvegur 28,
900 Vágur
ella bhs@bhs.fo

Umsóknarfreist 22. mars 2021 kl.12.00
Um tað ikki eru nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar til starvið, skilar Bú- og Heimatænastan sær rætt til at søkja av nýggjum, ella ongan at seta.

Facebook viðmerkingar