Hin 5. mars 2021 mælir landsstýrið til:
- At øll ferðandi, sum koma til Føroya, fara í heimauppihald, til tey hava fingið úrslitið av kanningini 6. dagin. At vera í heimauppihaldi merkir, at tú eigur ikki at fara til arbeiðis. Tú eigur ikki at fáa vitjan í hesum tíðarskeiðinum. Tú eigur ikki at fara til handils ella ørindi, men tú kanst t.d. fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har tú ikki kemur nær at øðrum fólkum.
- Frá 1. apríl sleppa tey, ið eru liðugt vaksinerað, og tað eru átta dagar síðan seinna prikið, undan tilmælinum um 6 daga heimauppihald.
- At avmarka ferðingina út í heim, so leingi vaksinationstilgongdin ikki er liðug
- At ferðandi eru serstakliga varin undan fráferð til Føroya.
- At ferðandi undir ongum umstøðum vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á 6. degi er negativ.
- At fólk halda 2 metra frástøðu frá øðrum fólki í almenna rúminum og annars, har hetta ber til. Tað er kortini nóg mikið við einum metri undir skipaðum umstøðum, sum eitt nú á matstovu, til sjónleik ella í biografi.
- At í mesta lagi 200 fólk savnast í skipaðum bólkum. Ein skipaður bólkur er ein bólkur, har tað lætt og ómakaleyst at uppspora smittu, um tað gerst neyðugt.
- At øll størri tiltøk so sum festivalar, ítróttastevnur og aðrar stórar veitslur ikki verða hildin fyribils. Henda støðan verður eftirmett, og nýggj tilmæli fráboðað skjótt eftir páskir.
- At handilsvinnan tryggjar, at spritt er tøkt, og reingerðin í handlinum er í lagi. Skelting eigur at verða sett upp fyri at hjálpa kundunum at bera seg rætt at. Handilsvinnuni má tryggja, at til ber at halda neyðugu frástøðuna.
Facebook viðmerkingar