FC Suðuroy javnleika í 1. umfari

FC Suðuroy tók í dag ímóti B36 á Eiðinum í Vági í 1. umfari í 1. deild. Umstøðurnar til fótbólt vóru framúr góðar, tí tað var stilli og turt seinnapartin.

Hóast gott fótbóltsveður, so var dysturin merktur av, at talan var um fyrsta dyst í árinum. Eftir fyrstu 45 minuttirnar stóð á jøvnum 0-0. Stutt eftir hálvleik skoraði Christian Njøten til 1-0 fyri FC Suðuroy, men B36 javnaði stutt eftir. Og tá tað ikki komu fleiri mál endaði dysturin við javnleiki 1-1.

Facebook viðmerkingar