Ì 2016 setti landsstýriskvinna í mentamálaráðnum á langtíðarløguna 1 mió í 2020 1 mió í 2021 og 1 mió í 2022.
Men hesar 3 mió fekk Jenis av Rana burturbeindar. Felagið skuldi tínast.
Felagið Víkingaskip er góðkent av mentamálaráðnum,og lýkur tí øll krøv,ið krevst fyri eitt sovorðið felag.
Felagið hevur í 7 ár arbeitt miðvíst fram ímóti tí, sum felagið stendur fyri.
Kommunurnar í Suðuroy hava stuðla felagnum ,og aðrastaðni runt landið.
À fíggjarlógini fyri 2019 vóru játta 150.000,-kr,tær eri útgoldnar, fyri 2020. 150.000,-kr og 2021. 150.000,- kr
Men so kom ein nýggjur mentamálaráðharri í sessin.
Síðani tá hevur mótgongd verið móti felagnum.Hann hevur nokta at útgjalda felagnum tær 300.000,- kr sum
felagið eigur, og sum løgtingið hevur játtað.
Mentamálaráðharrin er bjóðaður at koma til Suðuroyar at vitja,og fáa meira kunning um felagið.
Hann ønti ikki aftur.
Gamalt er sagt,at tann størsta skommin er ikki at svara aftur.
Í novembur í 2020,hevði felagið víkingaskip fund við løgtingsins fíggjarnevnd um stuðul til felagið.
Fíggjarnevndin fekk alt at vita um felagið,og úrslitið varð at 150.000,- kr vóru settar á fíggjarlógina,og samtykt.
Men nú varð tað felagið víkingaskipið,sum stóð fyri tørni,at vera dømdur av várharra.Hatta er heiðinskapur, og so er fanin leysur.
Besta vápnið er at nokta útgjald og fara við ósannindum.À dú á dú.
Hendan verkætlan, hevur so nógv endamál. Eitt er at lyfta ferðavinnuna á eitt hægri støðið bæði fyri Suðuroy og alt landið
Suðuroy hevur altíð sitið við skerdan lut tá tað snýr seg um útoyggjastuðul.
Øll lond rundan um okkum varðveita sína víkingamentan,uttan bert her í Føroyum.Ein stór skomm.
Felagið víkingaskipið,er limur í einum felagi sum eitur Follow the Vikings, í hesum felagið eri øll lond í Evropa limir.
Vit hava vent okkum til hetta felagið,og greitt teimum frá okkara støðu her á landi og hava biði tey um at stuðla okkum
Tað er av alstórum tídningi at onnur fáa at vita,hvussu stóran skaða ein sovorðin maður kann gera,sum misnýtur Guðs orð,í sínum arbeiði.
Gamalt er sagt,at eitt ónt eygað onkið gott kann síggja.
Vinarliga
Júst Johannesen
Verkætlanarleiðari Víkingaskipið
Facebook viðmerkingar