Trivnaðarnevndin hjá Hvalbiar kommunu hevur seinastu tíðina verið í einari tilgongd, við at skapa betri karmar fyri borgarir í sóknini til fríðtíðarvirksemið og trivna.
Í hesari tilgongd hevur Hvalbiar kommuna sett Maud Egholm Joensen sum ABC samskipara.
Gongd er komið á ymisk rørslutiltøk, so sum heilsufótbólt og borðtennis. Í somu tilgongd, er arbeitt við at tryggja at ymiskir aktivitetir kunnu vera í høllini, har m.a. málningurin fær eitt trygdarnet, so skaði ikki kemur á hendan, tá bóltspæl v.m verður leikt. Nýggj klokka er fingin til vega. Eisini verður tilvikaður ein amboðskassi til fx. Innandurabóltar, keylir, ketsjarar, hockystavar v.m. at liggja í, ið kann nýtast til innanduraaktivitetir.
Í hesari tilgongd, er avgjørt at Roynhøllin verður opin gerandisdagar frá kl. 8 til 22 til fríðtíðaraktivitetir, tá Bóltfelagið Royn ikki nýtir høllina til teirra virksemið. Nú høllin verður opin gerandisdagar, gevur hetta samstundis møguleika fyri gestum í sóknini at nýta wc hentleikarnir í høllini, umframt almanna wc á Snæbjarnarvegi.
Húsavørðurin Hans Olaf Hentze hevur umsjón av høllini, og yvirlit yvir um høllin er umbiðin til aðrar aktivitetir.
Facebook viðmerkingar