Dansibandsfestivalur í Vági 30. apríl og 1. mai

Vikuskiftið 30. apríl og 1. mai verður Dansibandsfestivalur í Vági.
Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld. Bjóðað verður til góðan dansibands-tónleik, sum verður kryddaður við góðum mati, góðum undirhaldi og hugna – og ikki minst við stórum gestablídni.

Skráin fevnir millum annað um tvey framúr dansikvøld, syngið við kvøld, brunsj, grillkvøld, dansibandsgudstænastu, gongutúr í stórslignu náttúruni kring Vág, og ikki minst um hugna.

Undanfarin ár hava útlendsk dansibandsorkestur spælt á Dansibandsfestivalinum, men Dansibandsfestivalurin 2021 verður burturav við føroyskum dansibandsorkestrum og tónleikarum. Meiri verður at frætta um hetta í næstum.

Atgongumerkjasølan
Nógv keyptu vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin 2020 og tey, sum ikki hava fingið endurgjald fyri vikuskiftipassið, hava vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin 2021.

Kunnað verður eisini nærri í næstum um atgongumerkjasøluna til Dansibandsfestivalin 2021.

Fylgið við á facebook-vanganum hjá Dansibandsfestivalinum í Vági.

Facebook viðmerkingar