Sunnudagin 14. mars 2021 kl. 14.00 fer Skótaliðið Royndin at skipa fyri grækarismessuhaldi í Vági.
Arnfinnur Hjelm Bjarkhamar, fyrrverandi fyrstilærari í Sumbiar skúla, heldur røðu. Sangkórið Ljómur luttekur. Og aftaná bjóða skótarnir øllum oman í Miðlatún til ein drekkamunn.
Sjálvt um grækarismessudagur er fríggjadagin 12. mars, so er vanligt í Vági at halda grækarismessuhaldið tann nærmasta sunnudagin. Hetta tí flest fólk hava frí tá og kunnu luttaka í haldinum.
Skótar og úlvar skulu møta í Skóthúsinum kl. 13.30. Kl. 13.45 fer Skótaskrúgongan úr Skótahúsinum og oman á Minnisvarðan.
Facebook viðmerkingar