Tann 1. februar í ár var fólkatalið 53.022. Tað er vaksið við 798 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør. Hetta er eitt lítið sindur lakari vøkstur enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði, tá vøksturin var 1,7%. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes, Tvøroyrar og Vágs kommunum. Merkisvert er við lutfalsliga stórum fólkavøkstri í Sandoy og nú eisini í Suðuroy. Hinvegin er vøksturin uppstøðgaður í Vágum.
Eisini fólkavøkstur í Sandoy og Suðuroy men uppstøðgað í Vágum
Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið (sí talvuna niðanfyri), er hann í tali nógv størstur í Tórshavnarøkinum og Eysturoy. Lutfalsliga (prosentvíst) er vøksturin tó javnt stórur í Tórshavnarøkinum, Eysturoy og Norðuroyggjum við 1,7 – 1,8%. Merkisvert er tó, at í tí nógv minna Sandoyarøkinum er lutfalsligi vøksturin tann størst við 2,1%.
Tað, sum ger stóru broytingina fyri Sandoyarøkið, er bæði ein tilflyting aðrastaðni úr Føroyum og úr útlondum. Hinvegin er onki íkast av burðaravlopinum.
Suðuroy fær heldur onki íkast av burðaravlopinum, ið tvørturímóti er negativt. Hinvegin er tað ein stór nettotilflyting úr útlondum til Suðuroy, sum ger, at fólkavøksturin í Suðuroy í fjør var tann størsti í eini tvey áratíggjur.
Í Vágum er fólkavøksturin uppstøðgaður, serliga av tí at innlendis nettoflytingin er blivin negativ.
Kommunurnar
Verður hugt at einstøku kommununum er nógv størsti vøkstur í tali í teim størstu kommununum:
- Tórshavnar kommunu við 365 fólkum, svarandi til 1,7%
- Klaksvíkar kommunu við 107 fólkum, svarandi til 2,0%
- Runavíkar kommunu við 80 fólkum, svarandi til 1,9%
- Eysturkommunu við 63 fólkum, svarandi til 2,9%
- Nes kommunu við 53 fólkum, svarandi til 3,9%
Av øðrum stórum og miðalstórum kommunum er stórur vøkstur í Tvøroyrar og Vágs kommunum hvør við 2,2%, og Sjóvar kommunu við 1,6%. Ein minni vøkstur er í Vága og Sunda kommunum.
Hinvegin minkar í Sørvágs kommunu við 1,1%, Fuglafjarðar kommunu við 0,9% og Vestmanna kommunu við 0,5%.
Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Skopunar kommunu (4,8%), Kvívíkar kommunu (4,0%), Eiðis kommunu (3,0%) og Viðareiðis (2,3%), og ein minni vøkstur í Sands kommunu (1,1%).
Hinvegin minkar í Sumbiar, Kunoyar og Hvalbiar kommunum.
Facebook viðmerkingar