Námsfrøðingar og avloysarir til Dagstovnin Brosið

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum til Dagstovnin Brosið í Hvalbiar kommunu.

Um størvini
Eitt starv á 30 tímar um vikuna í barnagarðstovu, at byrja skjótast til ber.

Starvið inniber, at tú sum námsfrøðingur kemur at loysa nakrar stuðulsuppgávur. At tústuðlar í sosialum relatiónum og kanst skapa ein dag, við góðummenningarmøguleikum. At tú kanst stuðla við málsligu menningini, at leggja til rættisog taka lut í mennandi aktivitetum. At hava gott foreldrasamstarv og at kunna arbeiðatvørfakligt.

Starvið er tíðaravmarkað sett til 15.juli 2021.

Eitt farloyvistarv á 25-27 tímar um vikuna í frítíðarskúla. Starvið er tíðaravmarkað sett21. apríl 2021 til 1.apríl 2022.

Um námsfrøðingar ikki søkja, vera hjálparfólk sett í størvini.Eisini søkja vit eftir føstum avloysarum til feriu, sjúku oa.

Vit vænta at
• tú ert álítandi og tekur ábyrgd
• tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
• tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni
• tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
• tú ert tolin og nærverandi

Vit kunnu bjóða eitt spennandi starv, har tíð er sett av til fyrireiking. Tú kanst verða við til at mynda ogmenna námsfrøðiliga arbeiðið, har vit arbeiða við námsætlan og Betri Vinir. Eisini nýta vit TÍTT sum námsfrøðiligt amboð.

Dagstovnurin lat upp í 2017 í einum náttúru vøkrum umhvørvi, tætt við skúlan,fótbóltsvøll og fjørðuna.

Innan- og uttandura umstøðurnar eru sera góðar og geva børnunum góðarmøguleikar fyri stimbran og menning.

Lønar- og setanarviðurskifti.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KommunalaArbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á øðrum stovum og at tú tolirbroytingar í starvinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum, møguligum viðmælum, royndum og revsiváttan, skal veraHvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi 23. mars 2021 kl. 12.00.

Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba

ella til hvalba@hvalba.fo

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara tlf. 237580

Facebook viðmerkingar