Allir borgarar eiga at hava javnbjóðis møguleikar at liva og virka í Føroyum! Eitt talsfólk á brekøkinum eigur at verða sett sum skjótast, og eitt óheft eftirlit við at ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, sum bera verður hildin. Hetta, so skundast kann undir, at Føroyar liva upp til ásetingarnar í sáttmálanum, og harvið javnseta rættindini hjá øllum borgarum í ríka landi okkara.
Allir borgarar eiga rætt til útbúgving, egið heim, arbeiði, frítíðarlív o.s.fre. Rætt til at nýta evnir og førleikar eftir egnum ynski og tørvi. Longu í 2009 skrivaðu Føroyar undir sáttmála við Sameindu Tjóðir, sum virkar fyri javnbjóðis rættindum fyri tey, ið bera brek. Og hóast nógvir batar eru hendir hesi árini, so er enn langt á mál og á summum økjum alt ov langt.
Í vikuni viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi, har Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta eitt talsfólk á brekøkinum, og at tryggja eitt óheft eftirlit við, at ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, verður hildin. Hetta krevur eisini, at ein ítøkilig og miðvís brekpolitisk virkisætlan verður gjørd og fylgd.
Tað er umráðandi alla tíðina og í øllum politiskum avgerðum og lógarsmíði at tryggja, at fólk við serstøkum avbjóðingum av ymiskum slag ikki verða við skerdan lut. At samfelagið gerst atkomuligt í breiðum týdningi. Tað veri seg fysisk atkoma, men eisini møguleikin at luttaka í samfelagnum sum heild, og har tað krevst, við neyðugum stuðuli í mun til sjón, hoyrn, kropsligar ella sálarligar avmarkingar.
MEGD hevur áhaldandi víst á tørvin á, at eitt talsfólk fyri brekøkið verður sett, og at skipað eftirlit er við, at ST-sáttmálin verður hildin. Ein íløga í hetta fer heilt vist at styrkja samskipanina og gera, at tað gongur nógv skjótari at innrætta samfelagið til allar borgarar vísa tey á. Í desember sendi MEGD landsstýrinum frágreiðingina frá ST um støðuna á brekøkinum. Og felagið vísir á, at nøkur ting, ið ganga aftur í hoyringarskrivinum viðvíkjandi mannarættindastøðuni í Føroyum eru:
-Ynskið um eina miðvísa brekpolitiska virkisætlan og at tryggja fólk, ið bera brek, tá ið verkfall er.
– At persónar, ið bera brek, frítt kunnu velja, hvar tey vilja búgva, og hvørjum tey vilja búgva saman við, samstundis sum tey fáa neyðuga stuðulin til at liva sjálvstøðugt. Langur bíðilisti er, og fólk, ið bera brek, kunnu vænta at standa á listanum í fleiri ár, og tá eru almennu tænasturnar avmarkaðar.
– At tryggja, at ST-sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek, verður innlimaður í almenna lóggávu og at samtykkja nýggja almenna lóggávu ímóti mismuni á øllum økjum í samfelagnum.
– At broyta lóggávuna fyri at tryggja luttøku hjá øllum børnum, ið bera brek, í vanligu útbúgvingarskipanini,serstakliga við nøktandi útbúgving av lærarum og øðrum starvsfólki í skúlaverkinum fyri at tryggja dygd í útbúgvingini hjá næmingum, ið bera brek.
– At børn við menningartarni fáa munadyggan málsligan stuðul tíðliga, og at fólk við sálarsjúku fáa eitt bráðfeingisstað at venda sær til.
– At skipa fyri innsavning, greining og miðling av dátum, býtt eftir kyni, aldri, breki og øki, at betra um førleikamenningina og at menna kyns-og aldursbundnar indikatorar.
– At seta eitt óheft eftirlit við ST-sáttmálanum á stovn og at seta eitt talsfólk á brekøkinum.
Meira kann lesast um hesi viðurskifti á heimasíðuni, hjá MEGD.
Vón okkara er, at ein løgtingssamtykt um at heita á landsstýrið at fáa sett eitt brekpolitiskt talsfólk, og at fáa skipað eitt óheft eftirlit við, at sáttmálin verður hildin, fer at skunda undir politisku skipanina at fremja tað, sum skal til, fyri at røkka á mál. Tað merkir eisini, at seta av neyðuga fíggjarorku av, at betra samskipanina millum ráðini, og soleiðis vinna neyðuga politiska handlikraft fyri at røkka málunum um eitt javnsett samfelag fyri allar borgarar. Ein ítøkilig og miðvís brekpolitisk virkisætlan umframt, vildi lætt um hjá kommunum, landi, vinnu og borgarum at arbeiða eftir felags leisti og miði.
Uppskotið, løgtingsmál 124/2020 fekk eina góða og jaliga móttøku til fyrstu viðgerð, har framsøgufólk fyri allar flokkar tyktust samd um, at nakað munagott má gerast, skal Føroyar nakrantíð gera sær vón um at liva uppt til sáttmálan vit bundu okkum til, fyri so mongum árum síðani. Framum alt snýr tað seg um at tryggja øllum, sum búgva her, somu møguleikar og rættindi.
Bjørt Samuelsen
tingkvinna og framsøgufólk fyri Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar