Ferðavinnan er ein serlig vinna og kann ikki viðgerast sum aðrar vinnur, vísir Aksel V. Johannesen á og mælir til, at ferðavinnan fær ein seinasta styrk í sambandi við koronastøðuna. Men landsstýrið hevur ongar ætlanir um at veita ferðavinnuni størri stuðul í hesum árinum.
Aksel V. Johannesen setti síðst í februar mánaði ein fyrispurning um hjálparpakkar til smærri vinnurekandi. Í hesum sambandi vísti hann millum annað á, at landsstýrið hevur eina alt ov stirvna fatan av hvat ein fyritøka er, og at hetta helst er orsøkin til, at fleiri fyritøkur detta niðurímillum, tá tað kemur til hjálparpakkarnar – millum annað nútímans ferðavinnufyritøkur.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur nú svarað fyrispurninginum. Landsstýrismaðurin metir, at stuðulin til ferðavinnufyritøkurnar hevur rokkið sínum endamáli, og sigur, at ætlanin ikki er at koma við fleiri hjálparpakkum.
– Vit vita við vissu, at tað eru fleiri fyritøkur, sum í stóran mun liva av ferðavinnuni, sum veruliga eru á markinum til at snara um. Eg haldi ikki, at tað sømir seg einum landsstýrismanni at lata sum um, at trupulleikin ikki er til, sigur Aksel V. Johannesen í viðmerking til svarið hjá Helga Abrahamsen.
Heldur enn at koma við eini boði uppá, hvussu ferðavinnufyritøkurnar kunnu yvirliva og klára næsta ár, so leggur Helgi Abrahamsen alt sítt álit á, at fyritøkurnar hóra undan, tá øll eru koppsett í juni mánaði. Aksel V. Johannesen er samdur við landsstýrismanninum, tá hann sigur, at besta hjálpin er, at samfelagið verður latið upp aftur. Men hann heldur ikki, at tann hjálpin er nóg góð fyri ferðvinnufyritøkur í 2021.
- Tað ber ikki til at skera allar fyritøkur yvir ein kamb. Og tað er akkurát tað eg meini við, tá eg sigi, at landsstýrið hevur eina alt ov stirvna fatan av, hvat ein fyritøka er. Ferðavinnufyritøkurnar kunnu ikki vænta sær, at alt koyrir sum vant, tá øll eru koppsett í juni mánaði. Tá er hetta árið farið. Ferðavinnufyritøkurnar brúka eina rúgvu uppá marknaðarføring fleiri mánaðir áðrenn, pengarnir koma í kassan, og óvissan í sambandi við koronu hevur órógvað alt 2021. Tað er ikki meira enn rímiligt, at ferðavinnan fær ein eyka styrk í hesum árinum, og so mugu vit vóna, at hjólini mala aftur sum vant í 2022, sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins.
Facebook viðmerkingar